Sum nakað heilt nýtt verður í 2024 kappast um eitt serligt heiðursmerki, sum verður latið teimum, ið luttaka í øllum fimm siðbundnu hálvmarathon-kappingunum í Føroyum í 2024.
Íblásturin til serliga heiðurin er komin frá teimum, sum hava framt bragdið at renna tær seks altjóða marathon-kappingarnar í World Marathon Majors.
Tær fimm kappingarnar eru:
-Nýggjárshálvmarathon í Eysturoy í januar
-FM í Hálvmarathon í Klaksvík í mai
-Tórshavn Marathon Hálvmarathon í juni
-Føroya Sunnasta Hálvmarathon í Suðuroy í juli
-Føoya Vakrasta Hálvmarathon í Vágum í september
Treytirnar fyri at fáa serliga heiðursmerkið eru sera einfaldar – at luttakarin hevur luttikið og er komin á mál í øllum fimm hálvmaratontiltøkunum í 2024. Heiðursmerkini verða latin eftir Føroya Vakrasta Hálvmarathon.
Talan er sostatt ikki um eina kapping, men ein serligan heiður, sum verður sýndur øllum, sum megna at luttaka í øllum fimm siðbundnu hálvmarathon-kappingunum í Føroyum í 2024
Fyrsta kappingin er longu 6. januar, tá Nýggjárshálvmarathon verður runnið av Skála og út á Toftir.
Tilmeldingin til ta kappingini er longu tøk á tilmeldingarsíðuni.