Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

RASKA VK4 í Sørvági leygardagin 20. januar

Leygardagin 20. januar kl. 11.00 verður fjórða umfar av Raska Vetrarkappingini runnið í Sørvági, har Ítróttarfelagið Frælsi er vertur.

Runnið verður frá Sørvágs Kirkju til Bíggjar. Vent verður beint eftir Bø. Runnið verður aftur til Sørvágs, har málið er sama stað sum starturin.

Teinurin hjá gentum og dreingjum er 3 km. Tey byrja saman við teimum vaksnu, men venda eftir 1,5 km. Teinurin hjá teimum vaksnu er beint undir 9 km.

Skráseting byrjar kl. 10.00 í Marghøllini í Sørvágs skúla, og renningin verður sett ígongd kl. 11.00.
Skifti- og brúsirúm eru ikki tøk.

Aftaná kappingina bjóðar Frælsi suppu og drekkamunn í Marghøllini.

Tilmelding áðrenn fríggjakvøldið 19. januar kl. 24.00 á tilmeldingarsíðuni her.
Kostnaður kr. 50,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn.

Kappast verður í hesum bólkum:
Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2007)
Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1969-1978)
Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1959-1968)
Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1958 ella fyrr)
Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2003-2007)
Gentur / Dreingir (f. 2008-2012)
Gentur / Dreingir (f. 2009-2020) GG (telja ikki við í samlaðu vetrarkappingini).

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar