Frælsur Ítróttur Føroya 21.07.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

RASKA VK5 og FM í Lendisrenning í Hoydølum

Leygardagin 3. februar er fimta vetrarkappingin, og aftur í ár renna vit í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri gamla studentaskúlan, sum vanliga er grøn og vøkur, og inni í viðarlundini. Her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar, tí so at siga bara nakrir metrar av asfalti verða undir fótunum. Váta og kalda árstíðin ger avbjóðingina enn størri.

Umframt at hetta er fimti partur av vetrarkappingini, er hetta eisini FM í lendisrenning.

Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km, og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11.00.

Eingin umklæðing er á staðnum, men tað ber til at skifta í felagshúsinum við Tórsbreyt, har vit eisini handa heiðursmerki og bjóða ein drekkamunn.

Øll kunnu vera við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til her á síðuni áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Tilmeldingin kostar 70 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn, og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygardagin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.

Startnummar skal heintast leygarmorgunin frá kl. 10.00 uttan fyri gamla Studentaskúlan.

Vælkomin oman í Hoydalar.

Tilmeldingin er her.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar