Home Ymiskt Heri og Jónas heiðraðir á Ítróttarfagnaðinum

Heri og Jónas heiðraðir á Ítróttarfagnaðinum

by admin

Ítróttafagnaðurin var í Løkshøll í kvøld, og hann var sera góður fyri frælsa ítróttin.

Heri Ziska vann heiðurin sum ÍtróttaVENJARIN 2023.

Innstillingin ljóðaði soleiðis:

Heri Ziska í Hvirluni

Ímyndin av frælsum ítrótti í Føroyum man helst vera Heri Ziska. Hann íðkaði kastiítrótt í nógv ár og vann hópatals heiðursmerki á høgum støði. Samstundis setti hann seg tó eisini inn í allar hinar greinarnar í frælsum ítrótti og fór at læra frá sær.

Framvegis er hann venjari í Hvirluni – og alt sítt stóra arbeiðið ger hann sjálvboðin. Sama hvussu veðrið skikkar sær, sæst Heri á Tórsbreyt, har hann ótroyttiliga hevur vant, kveikt og motiverað óteljandi frælsar íðkarar.

Heri er nærlagdur og leggur sjáldsama nógva orku í venjaraleiklutin. Hann dugir væl at møta teimum ungu, har tey eru, og menna tey haðani. Hann virðir, at íðkararnir eru ymiskir, og leggur dent á, at tey skulu at venja tað, hugurin stendur til. Tey sleppa at mennast í friði, og eru tey betri enn seinast, ja, so hava tey vunnið, hóast tey ikki sleppa upp á sigurspallin.

Av tí, at Heri kennir allar greinarnar í frælsum ítrótti, eru venjingarnar fjølbroyttar og áhugaverdar. Fær ein íðkari skaða, dugir hann væl at leggja venjingina til rættis, so at kroppurin styrknar aftur.

Hóast Heri er knýttur at Hvirluni sum venjari, er hann eisini instruktørur hjá øðrum venjarum og ger soleiðis sítt til at seta við. Hann er gávumildur við sínum royndum, síni vitan og mongu hugskotunum um, hvussu vit í Føroyum frameftir kunnu styrkja frælsa ítróttin. Hann er altíð klárur, tá ið heitt verður á hann, og sunnumorgnar sæst hann mangan sjálvur venja í kastiringinum.

Fyri sítt nærlagdni, ídni og sín ótroyttiliga venjaragerning frælsum ítrótti at frama verður Heri Ziska tilnevndur sum ÍtróttaVENJARIN 2023.

Síðani átti Jónas Gunnleivsson Isaksen tørn. Hann vann heiðurin sum ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.

Í innstillingini var sagt:

Jónas Gunnleivsson Isaksen

Kappingin á styttru renniteinunum á oyggjaleikunum er hørð, og Føroyar hava sjáldan havt nakran

møguleika. Men á Guernsey í summar bragdaði. Føroyski hópurin var sterkur, og Jónas rann frá allari mótstøðu og vann gull bæði í 200 m og 400 m renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 m og sannlíkt eisini á 200 m, har tað tó miseydnaðist at taka tíðina.

Longu ein mánað seinni megnaði Jónas – bara 17 ára gamal – at gerast Evropameistari fyri U-20 við tíðini 45,86 sek. Tíðin var skjótari enn danska U20 metið og samstundis nýtt norðurlendskt juniormet.

Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur víst, at hann hevur fysikkin, evnini og stríðsviljan at vinna á hægsta stigi. Spennandi verður at fylgja menningini hjá hesum unglinginum, sum ikki bert hevur tikið føroyska, men eisini altjóða frælsa ítróttarheimin á bóli.

Fyri síni serligu evni og framúr góðu úrslit í altjóða kappingum verður Jónas Gunnleivsson Isaksen tilnevndur til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2023.

Hjartaliga tillukku, tit báðir.

Related Articles