Leygardagin 24. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í RASKA Vetrarkappingini, sum í ár verður fyriskipað í Klaksvík.
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2007) – umleið 8,8 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1969-1978) – umleið 8,8 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1959-1969 ella fyrr) – umleið 8,8 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1958 ella fyrr) – umleið 8,8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2003-2007) – umleið 8,8 km
– Gentur / Dreingir (f. 2008-2012) – umleið 3,3 km
Í ár renna vit frá Guttabreyt út í Oyrar, rutan er á leið 8 km
Runnið verður fyrst tvær rundir á Guttabreyt so fara vit av breytini eftir gøtuni niðan til Tekniska Skúla, renna so eftir gøtuni út í Grøv umvegis tunnilin undir Mækjuvegi. So víðari eftir vegnum út í Oyrar. Heimaftur renna vit í vinstru síðu og vit fara ikki oman í Grøv, men eftir vegnum til Mækjuveg og dreja til vinstru renna so góðar 100 metrar í vinstru síðu og so aftur til vinstru oman í saman tunnil undir vegnum eins og við gjørdu á veg út.
Kanska eitt sindur torgreitt, men stúr ongun fyri, vit koma at hava fólk á rutuni har neyðugt er við leiðbeining 🙂
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo).
Leinkjan til tilmelding er her: Tilmelding RASKA VK-6 Fossánes
Freistin er fríggjakvøldið 23. februar kl. 24.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.
Luttakararnir verða bidnir um at møta á Guttabfeyt frá kl. 10.00.
Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í Badmintonhøllini er møguleiki fyri skifting og brúsubað. Eftir renningina verður ábit og heiðursmerkjahandan í hølunum hjá Treysti við Guttabreyt.