Home Komandi tiltøk RASKA VK7 verður í Vági sunnudagin 10. mars

RASKA VK7 verður í Vági sunnudagin 10. mars

by admin

Hvistan skipar sunnudagin 10. mars fyri 7. umfari av Raska Vetrarkappingini í Vági.

Í ár verður kappingin runnin í Vági, har teinurin verður runnin av Vágseiði (við ítróttarhøllina) út gjøgnum bygdina, út á Nes og so inn aftur til Vágs, og endað verður á Vágseiði, teinurin er uml. 8-8,50 km

Teinurin er meinlíkur honum, ið bleiv runnin í 2022, tá VK-7 eisini var í Vági.

Børnini renna eisini frá Vágshøll saman við teimum eldru og er teinurin uml. 3 km.

Tey íðkandi kunnu skifta í hølunum á Eiðinum, og har eru sjálvandi eisini brúsur. Eftir tiltakið er ein kaffimuður og heiðursmerkjahandan á skránni.

Bringutølini kunnu heintast frá kl. 13.30

Til tey ið ferðast suður, so fer Smyril kl. 11.00 av Havnini og er á Tvøroyri kl. 13.00. Og siglur Smyril norður aftur av Tvøroyri kl. 17.30.

Kappast verður í hesum bólkum, og byrja allir bólkar samstundis kl. 14.30.

– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2007) – umleið 8,5 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1969-1978) – umleið 8,5 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1959-1969 ella fyrr) – umleið 8,5 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1958 ella fyrr) – umleið 8,5 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2003-2007) – umleið 8,5 km
– Gentur / Dreingir (f. 2008-2012) – umleið 3 km

Tilmeldingin fer sum vanligt fram á tilmeldingarsíðuni hjá FÍF her.
Til ber at melda til á staðanum eisini.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Related Articles