Leygardagin 23. mars kl. 10.00 skipar Roysnið fyri 8. umfari í RASKA Vetrarkappingini, sonevndu Várkappingini, sum samstundis er FM í 10 km.
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 10.00.
Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2007) umleið 10 km
Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1969-1978) umleið 10 km
Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1959-1968) umleið 10 km
Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1958 ella fyrr) umleið 10 km
Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2003-2007) umleið 10 km
Gentur / Dreingir (f. 2008-2012) umleið 3 km
Nýggj ruta
Í ár verður ein roynd gjørd at renna eftir nýggja stásiliga Fjøruvegnum í Saltangará. Tey vaksnu renna góð fýra umfør aftur og fram eftir Fjøruvegnum á eini leið millum Samskip og omankoyringina til Bakkafrost. Børnini renna 3 km á somu leið.
Sperrað verður fyri ferðslu á Fjøruvegnum hesa løtuna.
Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Freistin at melda til online er fríggjakvøldið 22. mars kl. 23.00.
Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin á kappingardegnum millum kl. 08.45 og 09.30. Skiftimøguleikar eru í Bylgjuni, og har verður eisini møguligt at fara í brús eftir renningina.
Eftir renningina bjóðar Roysnið kaffi o.a. í kantinuni í Skúlanum við Løkin, og tá vera heiðursmerkir eisini handaði fyri FM, og steyp fyri samlaðu úrslitini í RASKA-vetrarkappingini 2023/2024.