Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Kapping á breyt

Fyrsta Raska Stórkapping

Leygardagin 18. mai verður ársins fyrsta Raska Stórkapping á breyt.

Kappingin er skipað í trimum umførum. Tvey á Tórsbreyt og eitt umfar á Guttabreyt í Klaksvík.
Til hvørja kapping, er møgulleiki at luttaka í sprint, miðteini, lop og kast.
Eftir 3. stórkapping, verða heiðursmerki handað.

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir, hvør íðkari hevur flest stig eftir øll trý umførini. Tvs. øll trý umførini telja við. Fyri at fáa heiðursmerki, skal íðkarin hava luttikið í minst tveimum Raska Stórkappingum.

Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu samanlagt í hvørjum aldursbólki í hvørji høvuðsgrein. Harumframt verður steyp latið gentu og dreingi, íð hevur savnað flest stig tilsamans í einum aldursbólki í bólkunum 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár og 14-15 ár, og tá telja allar kappingarnar við.

Tað er FíF sum skipar kappingarnar saman við lokalfeløgunum.
Kappast verður hesar dagar, við vertsfelagi í klombrum:

Leygardagin 18. mai (Bragdið)
Leygardagin 1. juni (Treysti/Roysni)
Leygardagin 22. juni (Hvirlan)

Roknast skal tó við, at felagið við høvuðsábyrgdini, kann hava tørv á hjálp frá hinum feløgunum.

Greinarnar, ið kappast verður í leygardagin 18. maj eru :

-7 ár: bóltkast
8-9 ár: 60 m, 600 m, bóltkast, longdarlop
10-11 ár: 100 m, 600 m, bóltkast, longdarlop
12-13 ár: 100 m, 600 m, diskuskast, hæddarlop
14-15 ár: 100 m, 1000 m, diskuskast, hæddarlop
16-17 ár: 100 m, 1000 m, hamarkast, longdarlop
18-19 ár: 100 m, 1000 m, hamarkast, longdarlop
vaksin: 100 m, 1000 m, hamarkast, longdarlop
 

Meldast skal til her : https://meets.rosterathletics.com/public/competitions/details/registration?id=24835, seinast týskvøldið 14. mai á midnátt.

HER ber til at hyggja eftir hvussu kappingargreinarnar og kappingarreglurnar eru.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar