Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Kapping á breyt

Raska Stórkapping 3

Leygardagin 22.juni verður triðja og seinasta Raska Stórkapping á breyt. Tað er Hirlan, sum skipar fyri hesaferð.

Tilmelding í síðsta lagi týsdagin 18.juni: https://meets.rosterathletics.com/public/competitions/details/registration?id=24837

Kappingin verður á Tórsbreyt og byrjar kl.10.00.

Hetta er síðsta Raska Stórkappingin á hesum sinni, og kl.15.00 verður afterparty í Skúlanum á Argjahamri, har heiðursmerki og steyp verða handað.
Øll eru vælkomin – men tilmelding krevst: https://treysti.atgongumerki.fo/webshop/event/2540424/order/info

Børn U8 fáa heiðursmerki á Tórsbreyt.

Greinarnar, sum kappast verður í leygardagin 22.juni, eru:
U8: longdarlop
8 – 9 ár: 80m, 300m, bóltkast og longdarlop
10 – 11 ár: 80m, 800m, bóltkast og longdarlop
12 – 13 ár: 80m, 1000m, spjótkast og longdarlop
14 – 15 ár: 400m, 1500m, spjótkast og longdarlop
16 – 17 ár: 400m, 1500m, spjótkast og hæddarlop
18 – 19 ár: 400m, 1500m, spjótkast og hæddarlop
Kvinnur og menn: 400m, 1500m, spjótkast og hæddarlop

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar