Vikuskiftið 5. til 7. juli, var ungdómurin hjá Frælsum ítrótti Føroya til kappingina Världsungdomsspelen í Gøtuborg.
Hetta er ein stór kapping fyri íðkarar í øllum aldri.
Túrurin var góður, hóast veðrið ikki var júst, sum vit kundu hugsað okkum, og fleiri góð úrslit spurdust burturúr.
Fríggjadagin vóru bara tekniskar greinar á skránni, og av tí at luttakararnir vóru so nógvir, so var sera long bíðitíð millum royndirnar i hesum greinunum. Nøkur grov æl darvaðu eisini íðkarunum nakað.
Úrslitini fríggjadagin:
- Sunnivá a Bogadóttir, 2001 – spjótkast 37 m, silvur
- Ai Waagstein, 2007 – spjótkast 32,71 m
- Lucia Gjoveraa Sødergren, 2008 – longdarlop 4,02 m (persónligt met)
- Arni Bartal Joensen, 2008 – longdarlop 4,07 m
- Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, 2009 – longdarlop 4,05 m
- Jógvan Ingi Falkvard Joensen, 2009 – kúlustoyt 10,71 m
- Baldur Báruson Persson, 2009 – 8,60 m
- Sigga Smæra Næs, 2010 – 4,34 m PB => er ikki met. Hon bøtti til síðstu stórkapping
- Guðrið Marlena Høgenni, 2010 – longdarlop 4,10 m
- Debora Hvannastein, 2011 – hæddarlop 132 cm
Leygardagin var fyri tað mesta renning á skránni, og fyri rennararnar er hetta ein stak góð kapping júst tí, at tað eru so nógvir luttakarar; tá fáa rennararnir so hóskandi mótstøðu. Øll runnu skjótari enn tey hava gjørt áður, men onkuntíð var ov nógvur undanvindur til, at tað kann góðkennast sum persónligt met.
Úrslitini leygardagin:
- Dánjal Dahl Ljósheim, 2000 – 400m 48,61 sek (persónligt met), bronsa
- Jónas Isaksen, 2005 – 100m 10,8 sek (persónligt met), silvur
- Arni Bartal Joensen, 2008 – 100m 13,40 sek (skjótasta hann hevur runnið)
- Elena Ellindsdóttir, 2008 – 100m 13,91 sek (skjótasta hon hevur runnið)
- Lucia Gjoveraa Sødergren, 2008 – 100m 14,88 sek (persónligt met)
- Debora Hvannastein, 2011 – 60m 9,17 sek (persónligt met)
- Monika Sigurðsdóttir Vang, 2011 – longdarlop 3,52 m
Sunnudagurin minti um leygardagin, góð úrslit, og fyri tað mesta renning á skránni.
Úrslitini sunnudagin:
- Arni Bartal Joensen, 2008 – 200m 27,92 sek (skjótasta hann hevur runnið)
- Elena Ellindsdóttir, 2008 – 200m 29,08 sek (persónligt met)
- Lucia Gjoveraa Sødergren, 2008 – 200m 31,50 sek (persónligt met)
- Guðrið Marlena Høgenni, 2010 – 300m 46,13 sek (persónligt met) og hæddarlop 141 cm (persónligt met)
- Debora Hvannastein, 2011 – 200m 29,13 sek (persónligt met)
- Monika Sigurðsdóttir Vang, 2011 – 200m 29,87 sek (skjótasta hon hevur runnið)