Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

Nú er klárt at melda til Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon 2025

Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2025 verður runnið leygardagin 4. januar 2025.

Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri hesi kappingini, sum vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.

Í 2025 verður runnið sama veg sum í 2023 og 2024, t.v.s. frá brandstøðini á Skála kring Skálafjørðin og út á Toftir.

Byrjað verður við brandstøðina á Skála, norðast í bygdini, kl. 11. Málið er niðanfyri ráðhúsið á Toftum.

Tey, ið eru yvir 16 ár (fødd í 2008 ella fyrr), eru vælkomin at luttaka. Kappast verður í hesum bólkum:

-Menn & Kvinnur (1980-2008)
-Menn & kvinnur veteranar (1970-1979)
-Menn & kvinnur superveteranar (-1969)

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, www.fif.fo, ella við startin undan kappingini. Startnumrini verða heintaði á brandstøðini á Skála.

Til ber at skifta á brandstøðini á Skála undan startinum, og skift verður í skúlanum á Toftum, tá komið er á mál. Har verður eisini drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.

Veðrið hava vit onga ávirkan á, og tí kunnu broytingar koma í skránna vegna veður/hálku.

Aftur fimm hálv í 2025
Í 2024 royndu vit á fyrsta sinni at lata heiðursmerki til teirra, ið vóru komin á mál í øllum teimum 5 hálvmarathon ella marathon kappingunum, sum vórðu fyriskipaðar í Føroyum í 2024.

Kappingarnar vóru
-Nýggjárshálvmarathon á Skálafjørðinum
-FM Hálvmarathon í Klaksvík
-Tórshavn Marathon og hálvmarathon
-Føroya Sunnasta hálvmarathon
-Føroya Vakrasta hálvmarathon

Eini hálvthundrað rennarar megnaðu hetta bragdið í 2024. Sí myndina ovast.

Um tú hevur hug at royna at røkka hesum málinum í 2025, er eitt at gera, tað er at melda teg til first kappingina, sum verður longu 4. januar 2015.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar