Home Komandi tiltøk Raska VK3 verður runnið í Kollafirði leygardagin 7. desember

Raska VK3 verður runnið í Kollafirði leygardagin 7. desember

by admin

Steðgið á eina løtu og komið við leygardagin 7.december. Gloymið jólastákanina og jólagávur, og stressið av eina løtu, tí vit skipa fyri okkara fyrstu vetrarkapping í vetur, Betri VK3. Og aftur hesa ferð renna vit í Kollafirði.

Øll eru vælkomin við, tí umframt teinin á 10 km fyri vaksin og 1 km fyri børnini, sum telja við í Raska VK3, bjóða vit eisini heilsurenning á 5 km, har øll kunnu renna ella ganga við. Tit, sum vilja verða við til heilsurenningina, kunnu melda til á staðnum. Kostnaðurin er 60 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Heilsurennarar verða ikki skrásettir. Vit hava valt at børnini renna 1 km og vóna at undirtøkan verður góð. Heiðursmerki verða latin til trý tey fyrstu, sum koma á mál.

Byrja verður kl. 11.00 frá Kollafjarðar Skúla og øll renna sama veg, eftir bygdavegnum í Líðini, oman á kajuna og niðan á vegin aftur við Atlanticpane. 10 km teinurin er út á Sperm á Signabø og aftur. Børnini renna inn Á Rætt, 500 m, venda, og renna aftur á mál. Tey, sum eru við í heilsurenningini, renna ella ganga inn til Atlanticpane og venda aftur til startin.

Tað verður kappast í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2008)
-Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1970-1979)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1960-1969)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1959 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2004-2008)
-Gentur / Dreingir (f. 2009-2013)

Vit bjóða ein drekkamunn aftaná renningina. Møguleiki er at skifta í skúlanum. Heiðursmerkjahandanin verður við startin og bert tey, sum eru við í Raska VK3 fáa heiðursmerki.

Tilmelding fer fram á tilmeldingarsíðuni.

Tað loysir seg at melda til áðrenn 6.desember kl. 22, tí tá kostar tað bert 60 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Um meldað verður til á staðnum til VK3 leygardagin millum 10 og 10.30, kostar tað 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

Related Articles