Home Kapping á breyt Innandura sesongin ígongd

Innandura sesongin ígongd

Stórmót og Pallas Spelen í januar

by Gunnvá Wardum

Sesongin fyri innandura kappingar er nú av álvara skotin ígongd.

Fyri 2 vikum síðani vóru bæði Bragdið og Hvirlan avstað við íðkarum í Íslandi til Stórmót. Hetta er innandura kapping í góðu Laugardalshøllini í Reykjavík, sum føroysku feløgini hava vitja hvønn januar mána nú í nógv ár.

Farna vikuskifti vóru so fleiri av íðkarunum aftur í Malmø, har kappast varð innandura til Pallas Spelen.
Vit sóu fleriri sera góð úrslit hetta vikuskiftið.
M.a. kunnu vit nevna Julian Gregersen úr Treysti, sum sett nýtt føroykst innandura met á 1500m við tíðini 4.03,83 min
Teresa Bláhamar tangeraði eisini sítt føroyska innandura met í hæddarlopi á 1,60 m.
Onnur úrslit frá vikuskiftinum vóru eisini sera góð og geva vónir um eitt sera spennandi kappingarár 2025, har m.a. oyggjaleikir verða á skrá á Orkney í juli.

Tórur Mortensen hevur eisini verið í sera sterkari longdarlopskapping í Danmark, Århus Sprint and Jump, har hann hevur sett nýtt føroykst innandura met í longdarlopi, við einum lopi á 7,48 m.

Vit gleða okkum at fylgja íðkarunum hetta komandi kappingarári.

Related Articles