Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Komandi tiltøk

RASKA VK5 verður runnið á Sandi leygardagin 1. februar

Vetrarkappingin er í gongd og vit eru komin til fimta umfar. Hesa ferð skipar Bragdið fyri, og tey hava valt at renna á Sandi. Vanliga var fimta umfarið runnið í Hoydølum, FM í lendisrenning, men Bragdið hevur valt at broyta kappingina og fara suðurum.

Vælkomin 🙂

“RASKA VK5 Á SANDI

Leygardagin 1. februar er fimta vetrarkappingin og hesa ferð renna vit á Sandi. Startur og mál er uttan fyri høllina og rutan er knappar 9 km.

Vit byrja uttan fyri høllina kl. 11.00, renna eitt petti niðan í Traðardal at venda, renna framvið Sandsvatni yvir á Eystanvegin og renna til vinstru yvir til Visit Sandur. Har venda vit og renna sama veg móti málinum, tó ikki niðan í Traðardal. Vendiskelti verður sett upp, so einki er at ivast í.

Vit hava atgongd til umklæðing og brúsu og aftaná bjóða vit til ein drekkamunn, meðan heiðursmerkjahandanin verður.

Øll kunnu renna við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og ikki er neyðugt at verða limur í nøkrum rennifelagið, so tað er bara at halda seg fram at og melda til her á síðuni áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Tilmeldingin kostar 70 kr. fyri vaksin og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygardagin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 kr og gjaldast skal kontant.

Vit síggjast á Sandi.”

Tilmeldingin er her: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/2843309/order/info

Og rutan er her:

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar