Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Komandi tiltøk

RASKA VK6 verður runnið leygardagin 22. februar í Klaksvík

Leygardagin 22. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í RASKA Vetrarkappingini, sum í ár verður fyriskipað í Klaksvík.

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.

– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2008) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1970-1979) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1960-1969 ella fyrr) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1959 ella fyrr) – umleið 8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2004-2008) – umleið 8 km
– Gentur / Dreingir (f. 2009-2013) – umleið 3,3 km

Í ár renna vit frá Guttabreyt út í Oyrar, rutan er á leið 8 km

Orsakað av byggivirksemi hjá Tekniska Skúla verður rutan eitt sindur annarleiðis enn seinasta ár. Kunna verður nærri um rutanina fyrst í komandi viku.

Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á tilmeldingarsíðuni hjá FÍF.

Freistin er fríggjakvøldið 21. februar kl. 24.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Luttakararnir verða bidnir um at møta á Guttabreyt frá kl. 10.00.

Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45. Í Badmintonhøllini er møguleiki fyri skifting og brúsubað. Eftir renningina verður ábit og heiðursmerkjahandan í hølunum hjá Treysti við Guttabreyt.

Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar