Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Úrslit

Samlaða støðan í RASKA vetrarkappingini eftir 5 umfør

Samlaða støðan í RASKA vetrarkappingini 2024-25 er at finna her (pdf)

Kappingin telur 8 umfør í alt. 6. umfar verður runnið í Klaksvík nú leygardagin 22. februar kl. 11.

Sambært kappingarreglunum skal rennari hava luttikið í í minsta lagi 5 umførum fyri at telja við í samlaðu kappingini. Harumframt verða latin 1 bonusstig um ein er komin á mál í seks kappingum, 2 bonusstig afturat um ein er komin á mál í sjey kappingum og so 3 bonusstig afturat um ein er komin á mál í øllum átta kappingunum.

So nú byrjar spenningur av álvara at koma í kappingarnar í ymsu bólkunum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar