Home Komandi tiltøk RASKA VK8 í Runavík leygardagin 22. mars kl. 09.00

RASKA VK8 í Runavík leygardagin 22. mars kl. 09.00

by admin

Várkappingin RASKA VK8 og FM í 10 km leygardagin 22. mars

Leygardagin 22. mars kl. 9.00 skipar Roysnið fyri 8. umfari í RASKA Vetrarkappingini, sonevndu Várkappingini, sum samstundis er FM í 10 km.
Gevið gætur: Kappingin byrjar kl. 09.00

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 09.00.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2008) – 10 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1970-1979) – 10 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1960-1969) – 10 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1959 ella fyrr) – 10 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2004-2008) – 10 km
– Gentur / Dreingir (f. 2009-2013) – 5 km

Rennast skal – sum undanfarin ár, góð 9 umfør eftir teini runt í Saltangará og Runavík. Runnið verður út eftir høvuðsvegnum, oman á keiina við Hotel Runavík, inn eftir niðara vegi, og niðan aftur á høvuðsvegin á Høgbóli, har tað so verður vent úteftur aftur. Startur verður sum vanligt uttanfyri Kiosk Vár, og málið er við Hotel Runavík. Børnini byrja á niðara vegi, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu. Tey renna knappar 5 rundir. Talan er í báðum førum um DAF-góðkendar teinar.

Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Tilmeldingin verður tøk í næstum, og freistin at melda til online er fríggjakvøldið 21. mars kl. 23.00.

Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin á kappingardegnum millum kl. 08.00 og 08.40. Skiftimøguleikar eru í Bylgjuni, og har verður eisini møguligt at fara í brús eftir renningina.

Eftir renningina bjóðar Roysnið kaffi o.a. í kantinuni í Skúlanum við Løkin, og tá vera heiðursmerkir eisini handaði fyri FM, og steyp fyri samlaðu úrslitini í RASKA-vetrarkappingini 2024/2025.

Related Articles