Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Kapping á breyt

Tårnby Games um vikuskifitið

Um vikuskiftið, hava fleiri føroyskir íðkarar kappast á Tårnby Stadion á Amager.
Hetta er kapping, sum føroysku frælsafeløgini hava luttikið í seinastu nógvu árini.

Og væl hevur hilnast hjá føroyingunum bæði í dag og í gjár.
Fleiri ungdómsmet eru sett, nøkur heiðursmerki fingin og enntá nýggj føroysk met.

 

Maria Biskopstø, sum í dag venur við Århus 1900, rann seg leygardagin til eitt flott gullheiðusmerki á 400m rimarenning, við tíðini  1.04,03 min 🥇

Og í dag rann Maria 400m við tíðini 57,71 sek og er hetta nýtt føroyskt met 💪🏻👏🏻
Gamla metið deildu Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Oddvør Josephsen, sum tær báðar settur í 2023. Margit til VU spelen fyrst í juli og Oddvør til oyggjaleikirnar á Guernsey seinni í juli.

 

Síðani hava Oddvør Josephsen og Margit Weihe Fríðmundsdóttir báðar runnið 300 m.
Oddvør rann í 2. riðli við tíðini 41,93 sek. Hetta var nýtt føroyskt met 👏🏻 Gamla metið átti Margit Weihe Fríðmundsdóttir og var tað 42,43 sek.
Í 3. riðli rann Margit og fekk hon tíðina 41,56 og tekur hon sostatt nýggja metið 👏🏻, sum Oddvør júst hevði sett.
Oddvør og Margit venja í dag báðar við Aalborg AM.

 

Og Dánjal Dahl Ljósheim, sum í dag venur í Sparta í Keypmannahavn, rann eisini 300 m í dag, við tíðini 35,03 sek.
Við hesum tekur hann sítt egna føroyska met á 35,38 sek, sum hann setti til hesa somu kappingina í 2023 👏

 

Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við flottu metunum, tit hava sett um vikuskiftið og vit frøðast um, at til gerast alsamt betri og betri.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar