20. oyggjaleikirnir standa nú fyri durunum og eru teir fyri fyrstu ferð nakrantíð á Orkney.
Frælsur Ítróttur hevur verið umboðaður til allar leikirnar og er tað onki undantak í ár, tá ið vit senda 17 íðkarar avstað – 9 menn og 8 kvinnur og eru 3 av teimum við fyri fyrstu ferð og fara tey at kappast við íðkarar frá 23 øðrum oyggjasamfeløgum.
Okkara íðkarar fara sum einstaklingar at umboða sprint, miðtein, langtein, lop og kast. Og vit klára at manna allar 4 boðrennigarnar – 4x100m og 4x400m hjá kvinnum og monnum, afturat tí gleðiliga, at vit í ár hava eitt fulmannað lið á ½ maraton teininum.
Ferðalagið, ið telur 23 fólk, fer avstað úr Føroyum 11/7 og kemur heim aftur 19/7.
18/7 verða vit við til endahátíðina av leikunum.
Í 2027 verða Føroyar nevniliga vertstjóð fyri oyggjaleikirnar og fáa vit tí handað vatnið av Orkney, ið er ímynd uppá felagsskapin ímillum oyggjarnar. Tað, sum bindir okkum saman.
Hetta verða aðru ferð, at leikirnir verða hildnir í Føroyum. Seinast var í 1989.
———————-
Her yvirlit yvir luttakararnar og á viðheftu myndunum sæst, hvør luttekur í hvørji grein:
Andreas Bjarnastein Antoft
Dánjal Dahl Ljósheim
Eiri Jógvansson Glerfoss
Elisabet Holm Simonsen
Jónas Gunnleivsson Isaksen
Julian Gregersen
Margit Weihe Fríðmundsdóttir
Maria Biskopstø
Neli Heldarskarð
Oddvør Josephsen
Rebekka Fuglø Poulsen
Rógvi Kárason
Rutt Hjelm Gregersen
Sunniva Bogadóttir
Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar
Tórur Mortensen
Tummas Petur Sjóvará



You must be logged in to post a comment.