Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Altjóða tiltøk

2 føroysk met sett í Brússel, King Baudouin Stadium

Næstseinasta vikuskiftið í mai vóru tær báðar, Maria Biskopstø og Oddvør Josephsen í Brússel, Belgia og kappaðust.
Oddvør í 200m og Maria í 400m rimarenning.

Hetta var kappingin WACT Bronze EA, ið varð hildin á King Baudouin Stadion i Brússel, stórsta stadion í Belgia og hýsir hetta stadion einum umfari av Diamond Leage, Memorial Van Damme.

Tað hilnaðist so mikið væl hjá teimum báðum, at báðar settu førsoysk met.
Oddvør á 200 metrum, ið hon rann uppá 25.53 sek. Gamla metið átti Margit Weihe Fríðmundsdóttir, ið var 25,68 sek.
Og Maria á 400 rimarenning. Hon rann teinin uppá 1.02.64 min. Gamla metið átti hon sjálv og var tað 1.02,74 min.

Vit ynksja Oddvør og Mariu hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum og føroysku metunum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar