Frælsur Ítróttur Føroya 17.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Kapping á breyt

FM/FMU á Tórsbreyt

Vikuskiftið 12.–14. september verður FM í frælsum ítrótti á breyt á Tórsbreyt.

FM í ár verður nú aftur skipað sum eitt felags FM fyri ung og seniorar. 

 

Kappingin verður løgd soleiðis til rættis, at tað verður kappast um:

  • Ungdómsmeistaraheitið í aldursbólkum upp til og við 17 ár

  • Seniormeistaraheitið frá 18 árum og upp

 

Undantøk gera seg galdandi í nøkrum greinum:

  • 110m rimarenning: her kappast U20 í aldursbólki, tí rimahæddin ikki er full

  • Klingra hjá monnum: her kappast U20 í aldursbólki, fyri at kappast í aldurssvarandi vekt

  • Hamarkast hjá monnum: her kappast U20 í aldursbólki, fyri at kappast í aldurssvarandi vekt

 

Um ein yngri íðkari ynskir at kappast um seniormeistaraheitið, er tað møguligt. Í teknisku greinunum verður tó kappast við amboðum í fullari vekt, og í rimarenningini við fullari hædd. Ein skal fylla minst 15 ár í kalendaraárinum, fyri at kunna luttaka í kappingini um seniormeistaraheitið.

 

Vit byrja á Tórsbreyt fríggjadagin 12. september kl. 17.00, halda fram leygardagin 13. september kl. 10.00 og sunnudagin 14. september kl. 13.00.

 

👉 Tilmelding fer fram her.
Freistin at melda til er týskvøldið 9. september kl. 23.59.

⚠️ Vit vilja staðiliga viðmæla øllum íðkarum, bert at melda seg til tær greinar, tey veruliga ætla at luttaka í. Hetta ger kappingina greiðari og betri.

Fyribils_tíðarætlan sæst her.  Gevið gætur, at broytingar kunnu verða gjørdar og mest sannlíkt, verða aldursbólkar lagdir saman. Tíðarætlanin í Roster verður til eina og hvørja tíð galdandi.

Øll úrslitini verða løgd í skipanina Roster, sum kann takast niður sum app.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar