Frælsur Ítróttur Føroya 21.07.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

10 km rutan í Runavík hevur nú altjóða AIMS góðkenning

Tey eru mong, sum hava runnið sínar allarskjótastu tíðir á 10 km í Runavík – á rutuni, sum fer runt Heiðaveg og Gulasteinsveg. Hendan leiðin verður vanliga runnin undir seinasta umfari av MBM vetrarkappingini, sum samstundis er FM í 10 km. Rutan er tiltikin skjót.

Fyri at met og tíðir skulu kunna góðkennast í altjóða høpi, má rutan verða uppmáld og góðkend eftir serligum reglum.

Fyrr í oktober-mánaði var ein góðkendur rutuuppmátari í Føroyum og helt skeið í uppmáting, og mátaði hann tá eisini 10 km rutuna í Runavík av nýggjum.

Síðani eru boð komin um, at rutan nú hevur altjóða góðkenning komandi 5 árini, fram til árslok 2030.

Næsta høvið at royna hesa skjótu rutu verður undir seinasta umfari av MBM Vetrarkappingini í Runavík leygardagin 21. mars 2026.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar