Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Úrslit

Maria og Rógvi vunnu í Vági

Maria Chun Nielsdóttir endurtók bragdið og vann eisini annað umfar av MBM Vetrarkappingini. Hjá monnum var Rógvi Kárason á klettunum aftur, og hann vann opna bólkin hjá monnum.

37 rennarar høvdu leitað sær suður til Vágs til kappingina, sum varð runnin sunnudagin 9. november.

Byrjað varð við Vágs skúla, og síðani helt leiðin til Porkeris og aftur – íalt einar 8,2 km.

MBM Vetrarkappingin telur, sum vant, 8 umfør, og eitt umfar verður runnið aftrat í hesum árinum. Tað er siðbundni teinurin Runt Agnið, sum byrjar og endar á Toftum. VK3 verður á Toftum leygardagin 22. november kl. 11.

Sí øll úrslitini frá MBM VK2 í Vági her.

Samlaða støðan í MBM Vetrarkappingini eftir tvey umfør er at finna á hesi sera greiðu og snotuliga síðu, sum Ólavur Ellefsen hevur gjørt til endamálið.

Myndir frá kappingini eru at síggja á Facebook-vanganum hjá Bragdinum her.

Úrslitini og myndir av vinnarunum í ymsu bólkunum síggjast niðanfyri.









Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar