Leygardagin 22. november verður triðja umfar í MBM Vetrarkappingini runnið á Toftum. Runnið verður siðbundna teinin Runt Agn.
Byrjað verður sum vant við Tofta skúla, og síðani verður runnið suðureftir niðan á Agnið, oman til Runavíkar, runt Rókina og út á mál niðanfyri kommunuskrivstovuna á Toftum.
Børnini renna á leið 5 km frá vegnum árakað Toftavatn. Runnið verður norðureftir, sama veg, sum tey vaksnu, oman til Runavíkar, runt Rókina og út á mál niðanfyri kommunuskrivstovuna á Toftum.
Tilmelding er sum vanligt her á tilmeldingarsíðuni á renn.fo.
Meldast kann til á netinum fram til startin. Til ber eisini at melda til á staðnum.
Byrjað verður kl. 11 leygarmorgunin 22. november við Tofta skúla. Umklæðing áðrenn og aftaná er í Tofta skúla.
Kappast verður í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2009)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1971-1980)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1961-1970)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1960 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2005-2009)
-Gentur / Dreingir (f. 2010-2014)