Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Úrslit

Julian og Bjørk skundaðu sær runt Agnið

Tað var av allarbestu líkindum – kalt og stilt, tá triðja umfar av MBM Vetrarkappingini varð runnið á Toftum leygardagin 22. november. Heili 63 rennarar – 16 kvinnur og 47 menn – høvdu leitið sær inn á Skálafjørðin. Teinurin var kendi og siðbundni teinurin Runt Agn. Byrjað varð við Tofta skúla. Runnið var úteftir niðan á Agnið, síðan framvið Toftavatni oman til Runavíkar og eftir ovara vegnum í Rókini og so eftir niðara veg út á málið, sum er við kommunuskrivstovuna á Toftum.

Góðu líkindini og høga støðið á luttakarum hevði við sær nógvar sera góðar tíðir. Hjá monnum vann Julian Gregersen, Treysti, við 33,29 min – so skjótt hevur ongin runnið hendan teinin áður. Rógvi Kárason, Bragdið, gjørdist nummar tvey við 35,23 min. og Oliver Granhøj, Bragdið, gjørdist nummar trý viå 36,21 min.

Hjá kvinnum vann Bjørk Herup Olsen við 43,05 min., frammanfyri Mariu Chun Nielsdóttir, 45,18 min., og Ann-Mari av Skarði, 45,37 min. Tær umboða allar Bragdið.

Hjá monnum var hetta triðji ymiski vinnari í trimum MBM vetrarkappingum, so tað boðar frá góðum í mun til samlaðu kappingina. Og hjá kvinnum vann Bjørk hesaferð ruddiliga á Mariu, sum annars hevur vunnið tvey tey fyrstu umførini. Kappingin telur íalt 8 umfør og endar við FM á 10 km í Runavík leygardagin 21. mars.

Nú er friður av MBM Vetrarkappingini restina av hesum árinum. 4. umfar verður runnið 17. januar 2026, tá Bragdið bjóðar til Kollafjarðar.

Tað eru tó góðar grundir til at renna nakrar langar túrar um jólini, tí longu leygardagin 3. januar bjóðar Roysnið til Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon á Skálafjørðinum, sum eisini er fyrsta hálvmarathon-kappingin í avbjóðingini at renna seks hálvmarathon í 2026.

Úrslitini og myndir av vinnarunum í ymsu bólkunum síggjast niðanfyri. (Vinnaramyndir: Bragdið)

Sí øll úrslitini frá MBM VK3 Runt Agn her.

Samlaða støðan í MBM Vetrarkappingini eftir tvey umfør er at finna á hesi sera greiðu og snotuliga síðu, sum Ólavur Ellefsen hevur gjørt til endamálið.

Fleiri myndir frá kappingini eru at síggja á Facebook-bólkinum hjá Roysninum her. og á Facebook-vanganum hjá Bragdinum her.









Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar