Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Altjóða tiltøk

Julian Gregersen setti føroyskt met í marathon í Valencia

Í morgun tók Julian Gregersen úr Treysti føroyska metið á marathon-teininum – eitt met, sum hevur staðið í góð 37 ár.

Tíðin hjá Julian var 2:21:30, og var hetta ein betran av gamla metinum hjá Absalon Hansen uppá heili 6 minuttir og 23 sekund!

Absalon setti sítt met (2:27:53) í Hamburg 24. apríl 1988. Hann var partur av fyrsta veruliga renniumhvørvinum í Føroyum, sum fekk vind í seglini í samband við Oyggjaleikirnar, sum fyrstu ferð vórðu hildnir á Isle of Man frá 18.-24. juli 1985.

Hesi 37 árini hava nógvir dugnaligur langteinarennarar runnið góðar tíðir, men eingin hevur megnað at skala metið hjá Absalon á fulla marathon-teininum.
Køn høvdu undan dagsins kapping í Valencia mett, at Julian Gregersen hevði serstakliga góðan møguleika at taka metið, um alt annars gekk til vildar. Hetta, hóast hetta var fyrsta royndin hjá Julian á marathon-teininum.

Eitt marathon er sera langt, og tí kann ymiskt óvæntað stinga seg upp, sum kann ávirka endaliga avrikið. Men um hugt verður eftir millumtíðunum hjá Julian í Valencia, rann hann eina sera javna og góða kapping, har km-tíðirnar um nakað høvdu hug at kvinka rætta vegin.

Fyrstu 10 km lógu millum tíðirnar millum 3,28 og 3,22 min/km. Næstu 10 km lógu tær millum 3,29 og 3,18. Triðju 10 km lógu tær millum 3,26 og 3,15. Fjórðu 10 km lógu tær millum 3,20 og 3,10. Hetta var ein uppvísing í rættari disponering av orkuni.

Avrikið hjá Julian kann nærlesast og greinast á Strava her: https://www.strava.com/activities/16673462882

At talan var um eitt heilt serliga gott avrik hjá Julian sæst eisini aftur á millumtíðunum á longru teinunum.

Teir fyrstu 20 km vórðu runnir uppá 1:08:05, sum bert eru 3,32 minuttir seinni enn føroyska metið (1:04:33), sum Julian sjálvur setti ávegis til føroyska hálvmarathonmetið í Valencia 26. oktober í ár.

Og hálvmarathon rann Julian í morgun uppá 1:11:50, knappar 4 minuttir seinni enn metið, sum hann setti í Valencia 26. oktober (1:07:57).

Tíðin á 30 km var tann skjótasta, nakar føroyingur hevur runnið 30 km. Á metlistanum átti Absalon Hansen gamla metið, 1:44:04, sum hann rann í Roskilde 23. oktober 1988. Julian betraði hesa tíðina í morgun, tá hann ávegis til marathon-metið rann teir fyrstu 30 km uppá 1:41:40.

Og endaliga marathontíðin hjá Julian var so 2:21:30, sum svarar til tvey hálvmarathon slag í slag uppá 1:10:45, ella 3,21 min/km í snitt hvønn kilometur í góðar 42 kilometrar slag í slag.

Julian er føddur í 1998 – sama ár, sum Treysti varð stovnað, og hann er vaksin upp við frælsum ítrótti og hevur verið partur av renniumhvørvinum hjá Treysti í Klaksvík og føroyska landsliðinum í frælsum ítrótti. Eingin ivi er um, at undangongumaðurin Guttorm Sørensen hevði fegnast stórliga um júst hetta avrikið.

Frælsur Ítróttur Føroya ynskir saman við øllum føroyingum Julian Gregersen hjartaliga tillukku við metinum.

(Myndina tók faðir Julian, Heini Gregersen, beint áðrenn startin, sum var kl. 07.15 í morgun.)

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar