Frælsur Ítróttur Føroya 21.07.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon 2026

Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2026 verður runnið leygardagin 3. januar 2026.

Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri hesi kappingini, sum vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.

Í 2026 verður runnið sama veg sum seinastu árini, t.v.s. frá brandstøðini á Skála kring Skálafjørðin og út á Toftir.

Byrjað verður við brandstøðina á Skála, norðast í bygdini, kl. 11. Málið er niðanfyri ráðhúsið á Toftum.

Tey, ið eru yvir 16 ár (fødd í 2009 ella fyrr), eru vælkomin at luttaka. Kappast verður í hesum bólkum:

-Menn & Kvinnur (1981-2009)
-Menn & kvinnur veteranar (1971-1980)
-Menn & kvinnur superveteranar (1961-1970)
-Menn & kvinnur ultraveteranar (1951-1960)

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, www.fif.fo, ella við startin undan kappingini. Startnumrini verða heintaði á brandstøðini á Skála.

Til ber at skifta á brandstøðini á Skála undan startinum, og skift verður í skúlanum á Toftum, tá komið er á mál. Har verður eisini drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.

Veðrið hava vit onga ávirkan á, og tí kunnu broytingar koma í skránna vegna veður/hálku.

Fyrsta umfar av MBM 6 hálv í 2026
Síðani 2024 hevur eitt serligt heiðursmerki verðið latið til teirra, ið komu á mál í øllum hálvmarathon ella marathon kappingunum, sum vórðu fyriskipaðar í Føroyum. Í 2026 er Sandoy 1/2-marathon komið við í hetta serliga átak.

Í 2026 eru kappingarnar í “MBM 6 hálv í 2026” sostatt
-Nýggjárshálvmarathon á Skálafjørðinum
-FM Hálvmarathon í Klaksvík
-Sandoy 1/2-marathon
-Tórshavn Marathon og hálvmarathon
-Føroya Sunnasta hálvmarathon
-Føroya Vakrasta hálvmarathon

Eini hálvthundrað rennarar hava megnað hetta bragdið í 2024 og 2025.

Um tú hevur hug at royna at røkka hesum málinum í 2026, er eitt at gera, tað er at melda teg til first kappingina, sum verður longu 3. januar 2026.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar