Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

Nýggjárshálvmarathon útsett eina viku

Fyriskipararnir harmast almikið, men tað sær út til at fara at vera kavi og hált leygardagin 3. januar, og tí verður tað ikki hildið at vera tilráðiligt at senda 100 rennarar út á landsveg at renna.

Samstundis skal ymisk fyrireiking gerast til kappingina, og tí verður hon útsett longu nú.

Nýggjárshálvmarathon verður útsett eina viku til leygardagin 10. januar kl. 11, tá líkindini vónandi verða betur.

Tilmeldingin verður verandi opin, so onnur hava møguleika at melda til. Um tað berst onkrum frá at koma, tí kappingin er útsett, ber til at fáa endurrindað luttøkugjaldið við at senda eini boð til soelvi@athletics.fo

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar