Home OyggjaleikirGott nýggjár!

Gott nýggjár!

by Sølvi Reinert Hansen

Á ársins seinasta mánadegi – ein pragtfullan og kaldan desemberdag – savnaðust nøkur av okkara ungu íðkarum til samling.
Ein dagur merktur av vitanardeiling og samanhaldi.

Dagurin byrjaði við, at Signar Hilmarsson, úrvalssamskipari hjá ÍSF, og Pál Vitalis Joensen frá Antidoping Føroyum, høvdu eitt sera gevandi upplegg um kostískoyti og doping – eisini um so kallaða ótilvitaða doping.

Hetta halda vit er eitt sera týdningarmikið evni at taka upp.

Marknaðurin fyri kostískoytum – og ikki minst marknaðarførðslan – er ein jungla, har tað kann vera trupult at finna røttu leiðina, uttan álítandi vitan at halda seg til.

At vera tilvitaður um hetta økið er bæði við til at styrkja avrik og at tryggja, at okkara ítróttur framhaldandi er reinur og álítandi.
Slíkar samlingar hava, fyri okkum, stóran týdning. Tær eru við til at halda sambandið, styrkja felagsskapin og minna okkum á, at vit hoyra saman – eisini tá leiðirnar í gerandisdegnum fara í ymiskar ættir.

Frælsur ítróttur verður ofta mettur at verða ein lítil ítróttur, bæði her heima og í londunum uttanum okkum. Og júst tí verða komandi árini sera spennandi fyri okkum, nú Oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027.

Fyrireikingarnar eru longu ígongd. Tórsbreyt skal umvælast, kringumstøður skulu gjøgnumhugsast, dómarar útbúgvast, hjálparfólk klárgerast – og nógv annað arbeiði liggur fyri framman.

Alt hetta vóna vit fer at styrkja føroyskan frælsan ítrótt, bæði við betraðum umstøðum og við fleiri væl útbúnum fólkum, ið kunnu lyfta støðið.
Vit vóna og vænta, at nógv av hesum ungu, fara at síggjast á Oyggjaleikunum í 2027 – sum íðkarar 🏃‍♀️🏃.

Og tey, sum av ymsum ávum ikki verða við á vøllinum, koma vónandi at verða ein týðandi partur av maskinarínum rundan um – av teimum, sum fáa alt at koyra.

Við hesum vilja vit takka hjartaliga fyri ein deiligan og gevandi dag ❤️ Vit gleða okkum at fylgja tykkum á leiðini 🤩

✨ Frælsur Ítróttur Føroya ynksir øllum eitt gott nýggjár – takk fyri góðar løtur í brátt farna ári ✨

Related Articles