Frælsur Ítróttur Føroya 21.07.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

MBM VK4 í Kollafirði leygardagin 17. januar

Leygardagin 17. januar verður fjórða umfar av MBM vetrarkappingini 2025/26. Bragdið skipar fyri og renningin verður í Kollafirði. Talan er um siðbundnu vetrarkappingina, men vit bjóða eisini børnum (2010-2014) og motionistum at luttaka.

Vit hittast við skúlan miðskeiðis í býlinginum við Sjógv. Startur og mál er har, sum Botnavegurin og vegurin við Sjógv møtast. Vit byrja kl. 11.00. Rutan er 10 km og vit renna eftir gamla vegnum, umvegis havnarlagið á Langasandi og allan vegin til Oyrareingir og aftur. Vendiskelti verður sett upp, so einki er at ivast í. Børnini renna eina rutu á umleið 500 metrar, og motionistarnir renna ella ganga um 5 km.

Aftaná bjóða vit til ein drekkamunn, meðan heiðursmerkjahandanin verður.

Øll kunnu renna við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping, og ikki er neyðugt at verða limur í nøkrum rennifelag, so tað er bara at halda seg fram at og melda til áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Tilmeldingin kostar 100 kr fyri vaksin og og 50 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygardagin frá kl. 10.00 – 10.30, men tá kostar tilmeldingin 150 kr fyri vaksin og 75 kr fyri børn og gjaldast skal kontant.

Vit síggjast í Kollafirði.

Melda til her: https://my.raceresult.com/378439/info

Støðan í MBM Vetrarkappingini er at finna her.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar