Frælsur Ítróttur Føroya 26.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Kapping á breyt

Enn eitt Føroyskt met til Mariu Biskopstø

Maria rann 800 m í kappingini Nordenkampan í Karlstad í Svøríki í gjár. Har megnaði hon at seta enn eitt Føroyskt met innandura. Nordenkampen er landsdystur milum norðurlond.

Maria rann í einum sera sterkum felti, har ferðin var høg frá byrjan. Maria legði varliga út og rann sína egnu renning har hon ikki lat seg ríva við høgu ferðini, sum varð løgd frá byrjan. Við eini væl disponeraðari renning kom hon á mál við tíðini 2.12,61.

Maria hevur longu fleiri ferðir í ár betrað sítt persónliga met á 800 m, og hesa ferð rakk tað til nýtt Føroyskt innandura met. Gamla metið átti Rebekka Fuglø, tað var 2.12,95, sum hon rann í Skive 18.02.17

Andreas Bjarnastein Antoft luttók í 60 m rimarenning, og setti hann ársbestu tíð við 8,55 sek.

Sí øll úrslitini frá Nordenkampen her.

Tekstur/mynd: treysti.fo/Rutt Hjelm Gregersen

#raskambm

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar