Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon, sum varð útsett, verður eftir ætlan runnið nú leygardagin 7. februar.
Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri hesi kappingini, sum vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.
Í 2026 verður runnið sama veg sum seinastu árini, t.v.s. frá brandstøðini á Skála kring Skálafjørðin og út á Toftir.
Byrjað verður við brandstøðina á Skála, norðast í bygdini, kl. 11. Málið er niðanfyri ráðhúsið á Toftum.
Tey, ið eru yvir 16 ár (fødd í 2009 ella fyrr), eru vælkomin at luttaka. Kappast verður í hesum bólkum:
-Menn & Kvinnur (1981-2009)
-Menn & kvinnur veteranar (1971-1980)
-Menn & kvinnur superveteranar (1961-1970)
-Menn & kvinnur ultraveteranar (1951-1960)
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, www.fif.fo, ella við startin undan kappingini.
Møtt verður í skúlanum á Toftum. Har verða startnumrini útflýggjaði. Koyrt verður við bussi av Tofta kei yvir á Skála kl. 10. Um onkur ikki fær møtt á Toftum, ber til at heinta startnummarið á Skála.
Til ber at skifta á brandstøðini á Skála undan startinum, og skift verður í skúlanum á Toftum, tá komið er á mál. Har verður eisini drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.
Fyrsta umfar av MBM 6 hálv í 2026
Síðani 2024 hevur eitt serligt heiðursmerki verðið latið til teirra, ið komu á mál í øllum hálvmarathon ella marathon kappingunum, sum vórðu fyriskipaðar í Føroyum. Í 2026 er Sandoy 1/2-marathon komið við í hetta serliga átak.
Í 2026 eru kappingarnar í “MBM 6 hálv í 2026” sostatt:
-Nýggjárshálvmarathon á Skálafjørðinum
-FM Hálvmarathon í Klaksvík
-Sandoy 1/2-marathon
-Tórshavn Marathon og hálvmarathon
-Føroya Sunnasta hálvmarathon
-Føroya Vakrasta hálvmarathon
Eini hálvthundrað rennarar hava megnað hetta bragdið í 2024 og 2025.
#raskambm