Frælsur Ítróttur Føroya 28.07.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Kapping á breyt

Maria endaði innandura kappingarárið við einum braki

Danska meistaraheitið í innandura frælsum ítrótti varð hildið í Odense um vikuskiftið. Maria Biskopstø úr Treystinum luttók í bæði 400 m og 800 m. Leygardagin rann hon 400 m, og í einari sterkari kapping betraði hon um føroyska metið, tá hon kom á mál við tíðini 56,96 sek. Hetta rakk til eitt sætta pláss í danska meistaraheitinum.

Í dag stóð Maria aftur á startlinjuni, hesa ferð til 800 m. Aftur her megnaði hon at seta føroyskt met og kom á mál við tíðini 2:11,14, sum eisini rakk til eitt triðja pláss í danska meistaraheitinum.

Maria hevur havt eitt sera gótt innandura kappingarár­, har hon hevur sett fleiri føroysk met.

Hon byrjaði árið í Skive tann 17. januar, har hon rann 800 m við tíðini 2:15,18. Føroyska metið tá var 2:12,95. Síðani rann Maria í Pallas Speelen í Malmö tann 25. januar. Har rann hon bæði 400 m og 800 m og endaði við at seta nýtt føroyskt met á 400 m við tíðini 56,97. Hon betraði eisini um sína 800 metra tíð, sum gjørdist 2:13,87. Framgongdin helt fram, tá hon luttók í Nordenkampen í Karlstad 1. februar, har hon setti nýtt føroyskt met á 800 m við tíðini 2:12,61.

Maria hevur nú enn einaferð betra um føroysku metinini á bæði 400 m og 800 m. Vit ynskja Mariu hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum.

Kelda: treysti.fo/Rutt Hjelm Gregersen

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar