Frælsur Ítróttur Føroya 17.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

Innkalling til aðalfund 27. apríl

Aðalfundur hjá Frælsum Ítrótti Føroya verður mánadagin 27. apríl 2026 kl. 18:00 í hølunum hjá Klintra, Heykavegur 4.

Vit byrja við ábiti, áðrenn vit byrja uppá skránna kl. 18.30.

Skrá smb viðtøkunum:

  • Val av orðstýrara
  • Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
  • Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
  • Innkomin mál
  • Val av nevndum og eykamonnum
  • Val av skrásettum grannskoðara
  • Ymiskt

Fyri vali til starvsnevndina í FÍF standa :

  • Jóhanna Vang, stavsnevndarlimur (stillar upp aftur)
  • Lovisa Niclasen, varaforfólk (stillar IKKI upp aftur)
  • Gunnvá Wardum, forfólk (stillar IKKI upp aftur)

Vit vilja fegin heita á feløgini um at koma við uppskotum til nýggjar nevndarlimir seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin – tað er 13. apríl á midnátt – á telduposti athletics@athletics.fo

Tørvur er bæði á forfólki og vanligum nevndarlimum, og vit ynskja at fáa so breiða umboðan frá feløgunum sum gjørligt.

Hava tit uppskot til fólk, sum kundu hugsað sær at verið við til at menna og styrkja frælsan ítrótt í Føroyum, eru tit vælkomin at senda nevndini tykkara uppskot.

Vit heita á feløgini um at tosa saman innanhýsis og venda aftur við møguligum uppskotum.

Eg vil minna á, at á seinasta aðalfundi varð samtykt, at starvsnevndin – so vítt gjørligt – skal hava breiða umboðan frá feløgunum. Tí verður mælt til, at ØLL feløg koma við uppskotum til nevndarlimir, soleiðis at lættari er at hava breiða umboðan í starvsnevndini. 

Uppskot og mál skula verða starvsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin – tað er 13. apríl á midnátt – á telduposti athletics@athletics.fo

Vinarliga, vegna starvsnevndina

Gunnvá Wardum, forkvinna

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar