Leygardagin 21. mars kl. 9.00 skipar Roysnið fyri 8. umfari í MBM Vetrarkappingini, sonevndu Várkappingini, sum samstundis er FM í 10 km.
Gevið gætur: Kappingin byrjar kl. 09.00
Kappast verður í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2009)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1971-1980)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1961-1970)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1960 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2005-2009)
-Gentur / Dreingir (f. 2010-2014)
Rennast skal, sum undanfarin ár, góð 9 umfør eftir teini runt í Saltangará og Runavík. Runnið verður út eftir høvuðsvegnum, oman á keiina við Hotel Runavík, inn eftir niðara vegi, og niðan aftur á høvuðsvegin á Høgbóli, har tað so verður vent úteftur aftur. Startur verður sum vanligt uttanfyri Kiosk Vár, og málið er við Hotel Runavík. Børnini byrja á niðara vegi, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu. Tey renna knappar 5 rundir. Talan er í báðum førum um DAF-góðkendar teinar.
Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Freistin at melda til online er fríggjakvøldið 20. mars kl. 24.00.
Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin á kappingardegnum millum kl. 08.00 og 08.40.
Eftir renningina bjóðar Roysnið kaffi o.a. í kantinuni í Skúlanum við Løkin, og tá vera heiðursmerkir eisini handaði fyri FM, og steyp fyri samlaðu úrslitini í MBM Vetrarkappingini 2025/2026.