Sum siðvenja er, varð seinasta umfar av MBM Vetrarkappingini runnið í Runavík í gjár. Kappingin er samstundis FM kapping í 10 km hjá kvinnum og monnum.
Rutan í Runavík var uppmáld av nýggjum sambært altjóða reglum, so met kunnu setast á henni, og tí var starturin ryktur einar 23 metrar longur inneftir.
Umstøðurnar at renna vóru á góðari leið. Í mun til veðrið um dagarnar annars var løtan góð – eitt lot av vestri, onkur sólaglotti, okkurt æl.
52 rennarar luttóku í kappingini í gjár, og tað sást beinanvegin, at Julian Gregersen úr Treysti hevði skund. Tveir varðar vóru at leggja leiðina til – rutumetið hjá Jacob Ejby Stengaard frá í fjør, 31.36 min., og í besta fall føroyska metið hjá Marna Joensen, 30.58 min., sum hann setti í Århus í 1994.
Tað sigur nakað um høga støðið hjá Julian í løtuni, at hendan kappingin snúði seg um at hyggja frameftir móti metum, heldur enn at hyggja aftur um bak eftir sínum kappingarneytum.

Tá avtornaði, kom Julian fyrstur á mál við tíðini 31.44,7 min., sum var persónligt met hjá honum og eitt stig á leiðini at taka føroysku langteinametini. Hann hevur longu tikið metini á 5k, 20k, hálvmarathon, 30k og marathon á vegi og 5.000m á breyt.
Oliver Granhøj og Torbjørn Hentze, báðir úr Bragdinum, togaðust allan vegin um silvur heiðursmerkið, men at enda var Oliver stinnari og fekk tíðina 34.46,8 í mun til 34.49,7 hjá Torbjørn.
Hjá kvinnum var nakað av spjaðing í, og Bjørk Herup Olsen vann greitt við 41.20,2 min., frammanfyri Mariu Chun Nielsdóttir við 42.37,2 min. og Ann-Mari av Skarði við 44.56,0 min.
Sum vanligt var kappast í ymsum aldursbólkum hjá kvinnum og monnum. Øll úrslitini eru at finna her https://www.webscorer.com/race?raceid=425197
Samlaða vetrarkappingin
Eftir kappingina var farið út í matarhøllina í skúlanum við Løkin til ein drekkamunn. Og har vórðu heiðursmerki handaði til FM-vinnararnar, og síðani steyp til teirra, ið høvðu staðið seg best í MBM Vetrarkappingini.
Endaligu úrslitini í MBM Vetrarkappingini eru at finna her https://vk.b.fo
Niðanfyri eru myndir av vinnarunum í FM í 10 km – tey fingu heiðursmerki – og vinnarunum í MBM Vetrarkappingini – tey fingu steyp. Sum vanligt fingu tey, sum høvdu megnað at luttikið í øllum 8 umførum av vetrarkappingini, eitt páskaregg fyri ómakin – tey vóru hesaferð 13 í tali.























You must be logged in to post a comment.