Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Met

Julian føroyskt met á 10 km í Århus

Atsóknirnar hjá Julian Gregersen á føroysku langteinametini halda fram.

Fleiri føroyingar vóru við, tá danska meistaraheitið í 10 km varð runnið í Århus leygardagin 11. apríl 2026. Julian Gregersen úr Treysti var ein av luttakarunum, og undan kappingini hevði hann sett sær sum mál at taka føroyska metið hjá Marna Joensen frá 1994. Tað metið var 30,58 min. og varð eisini sett í Århus.

Talan var um eitt sera sterkt felt, við m.a. Joel Ibler Lillesø, sum í farnu viku setti nýtt danskt met á 10 km teininum. Kappingin um fremstu plássini var hørð, og Julian endaði á einum 18. plássi við tíðini 30:42 min. Hetta var eisini nokk til at bøta um føroyska metið við 14 sekundum.

Umframt Julian luttóku Ragnar Rasmussen (32,35 min.), Steffan Kunoy (33,35 min.) og Neli Heldarskarð (35,02 min.) í kappingini.

Sí metini á langteinum á vegi her.

Kava niður í avrikið hjá Julian á Strava her. Her sæst m.a., at kilometurtíðirnar hjá Julian í hesi kappingini lógu millum 3,08 og 2,56 min./km! Hann viðmerkir eisini, at rutan partvís varð runnin á grúsi og hevði onkrar brekkur.

Hjartaliga tilukku við metinum, Julian!

Kelda: treysti.fo – Rutt Hjelm Gregersen

#raskambm

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar