Frælsur Ítróttur Føroya 29.07.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Útbúgving

Dómaraskeið

Í dag, dýrabiðidag, 1. mai, hava vit havt vitjan av Peder Nedergaard frá Dansk Atletik Forbund, sum hevur undirvíst føroyskum dómarum í renning, lopgreinum og kastigreinum.

Hetta er ein týdningarmikil partur av fyrireikingini til oyggjaleikirnar í 2027, har okkara greiða mál er at útbúgva so nógvar dugnaligar dómarar sum gjørligt 💪

Í hvørjari grein hava verið tvær undirvísingarsetur áðrenn dagin í dag, og síðani 2,5 tími við teori, praktiskari venjing og eini roynd til hvørt høvuðsøki. Ein góður og læruríkur dagur!

Nú gleða vit okkum til kappingarnar í summar, har vit veruliga fáa møguleika at brúka og menna tað, sum vit hava lært 😊

Hesi luttóku á skeiðunum:


Kast:
Karlot Hergeirsson, Miriam Askham Olsen, Marin Mikkelsen, Lovisa Niclasen, Ellindur Olsen, Hanus Bergsson, Barbara Bech Gjoveraa og Claudia Bjarnastein saman við Peder Nedergaard


Lop:
Eydna Weihe, Karlot Hergeirsson, Bára J Glerfoss, Edna Maria Debes, Birna Abrahamsen, Leivur Langgaard, Heidi Jógvansdóttir, Barbara Bech Gjoveraa og Gunnvá Wardum


Renning:
Karlot Hergeirsson, Miriam Askham Olsen, Sóley Danielsen, Rúni Jacobsen, Annfinn Simonsen, Hergerð Heldarskarð, Anja Joensen, Jona Johansen, Leivur Langgaard og Peder Nedergaard. Gunnvá Wardum, (myndatakari) var eisini á hesum partinum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar