Frælsur Ítróttur Føroya 26.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
MBM 6 Hálvmarathon

Føroyskt met, skjótar tíðir og góður stemningur í Klaksvík til NS Hálvmaraton

121 rennarar gjøgnumførdu árliga NS hálvmaraton í Klaksvík leygardagin 2. mai. Veðrið var svalligt við einum lítlum loti av norði, men líkindini vóru góð, og tað var runnið skjótt. Tiltakið eydnaðist sera væl, við framúr góðum stemningi allan dagin. Hallur Holm viðmerkti við livandi frásagnum við sínari óendaligu vitan undir renningini, sum setti sín dám á upplivingina hjá bæði rennarum og áskoðarum.

Eftir renningina savnaðust luttakarar í skúlanum við suppu og køku. Samstundis varð heiðursmerkjahandan fyri bæði FM og NS hálvmaraton.

Hjá monnum var stórur spenningur undan kappingini. Julian Gregersen hevði eina greiða ætlan um at renna skjótt – og tað eydnaðist. Við hjálp frá Janus Beck Aagaard, sum helt ferðina, eydnaðist Julian at seta nýtt føroyskt met á hálvmaraton við tíðini 1:07:28, ein betring upp á 29 sekund. Nummar tvey gjørdist Oliver Granhøj við tíðini 1:16:58, og Daniel Hansen tryggjaði sær triðja pláss við tíðini 1:18:58.

Hjá kvinnum var Bjørk Herup Olsen stórfavorittur eftir eitt sannførandi comeback sum úrvalsrennari í Føroyum. Hon hevði sett sær sum mál at koma undir oyggjaleikakravið á 1:28:00 – og tað megnaði hon við flottu tíðini 1:27:38, sum gav henni fyrsta plássið.

Treysti takkar øllum hjálparfólkum, luttakarum og áskoðarum fyri at gera dagin til nakað heilt serligt.

Myndir hjá Jóannes Poulsen

Myndir frá Rutt Gregersen

Sí øll úrslitini her

Kelda: treysti.fo/Julian Gregersen

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar