Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

Sandoy Hálvmarathon verður 23. mai

23. mai verður triðja hálvmarathonkappingin í 2026 runnin. Hesaferð er tað nýggja limafelagið í Sandoy, Tindar, sum skipar fyri.

300 fólk hava longu boðað frá luttøku í tiltakinum, sum umframt hálvmarathon eisini bjóðar túrar á 10,9km og 6,8km í framúr vøkru náttúruni í Sandoynni.

7 postar eru á hálvmarathon rutuni við vatni og frukt. Og á málinum eru umframt heiðursmerki, ábit frá MOWI, stórt hoppiland, livandi tónleikur frá Bjarka og tónleikur frá Dj Haraldsen allan dagin. Harumframt er úti café og matsøla.

Tilmelding fer fram á hesi slóðini

Kappingin er samstundis triðja umfar av serligu avbjóðingini “MBM 6 hálvmarathon í 2026”, sum Frælsur Ítróttur Føroya skipar fyri í samstarvi við MBM. Í løtuni eru 62 rennarar, sum hava luttikið í báðum hálvmarathonkappingunum, sum hava verið higartil í ár, og tí eru ávegis til serliga heiðursmerkið, sum verður latið eftir seinastu hálvmarathonkappingini – Føroya Vakrasta Hálvmarathon í Vágunum í septembermánaði.

Sí ruturnar í Sandoy niðanfyri.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar