Home MetHallur Holm rann 329 km uppá 48 tímar

Hallur Holm rann 329 km uppá 48 tímar

by Sølvi Reinert Hansen

Alt fleiri føroyskir rennarar takast við ultrarenning – renning á teinum, sum eru longri enn eitt marathon.

Ein ørgrynna av ultratiltøkum eru kring heim, á vegi, gøtum og á breytum av ymiskum slag. Stundum verður kappast um at renna skjótast ein ávísan tein, stundum verður kappast um at renna so langt, sum til ber, í einum ávísum tíðarbili.

Ein av undangongumonnunum innan ultrarenning her heima er Hallur Holm úr Bragdinum. Hann hevur roynt tað mesta og eigur flest øll ultrametini hjá monnum.

Um Kristi himmalferðarhalguna varð skipað fyri 6 tíma, 24 tíma og 48-tíma renning í Viadal í Svøríki. Rennast skuldi kring eina uppmálda grúsbreyt, ið er góðar 671 m til longdar, á garðinum Viadal. Har vóru eisini sengur og matur til íðkararnar.

Hallur Holm og unnustan Elisabeth Larsen, bæði úr Bragdinum, luttóku í 48-tíma renningini, sum byrjaði hósdagin 14. mai kl. 12 svenska tíð. Næstu 48 tímarnar skuldu luttakararnir renna ella ganga so langt, sum tey orkaðu.

Hallur og Elisabeth áðrenn startin

Hallur var tíðliga væl við í kappingini hjá monnum. Ein svii legði seg á odda beinanvegin, men hann gavst endaliga eftir 17 tímar, og Hallur tók yvir sum fremsti maður. Tað var sera ymiskt, hvussu luttakararnir disponeraðu renningina – bæði í mun til ferð og í mun til innlagdar pausur. Meðan summir rennarar høvdu drúgvar steðgir fyri at rinda møðina, helt Hallur á at renna í nógvar tímar, og harvið økti hann um leiðsluna, sum fyrst bleiv longri enn eitt hálvmarathon og síðani eitt heilt marathon. Tað var ikki fyrrenn eftir góðar 36 tímar, at Hallur fekk sær veruliga hvíld í einar 3-4 tímar. Hesa løtuna nærkaðust hinir rennararnir, men leiðslan var ongantíð í vanda.

Hallur ringir við klokkuni, tá hann hevur rundað 200 miles.

Tá avtornaði, hevði Hallur runnið 329,917 km uppá 48 tímar, sum er føroyskt met. Hann vann kappingina frammanfyri Jerry Nordgren, Svøríki, 287,921 km og Emmanouil Psaradakis, Grikkaland, 268,411 km.

Hallur rundaði 300 km eftir 44 tímar.

Elisabeth Larsen helt á í 18 tímar, tá hon valdi at gevast, og næstu 30 tímarnar stuðlaði og hjálpti hon Halli við hansara renning. Elisabeth hevði tá runnið heili 94,400 km.

Tey, sum hava hug at hyggja nærri at úrslitunum, kunnu m.a. síggja tempoið, sum Hallur helt hvørt einstakt av sínum 489 umførum kring breytina í Viadal á almennu úrslitasíðuni https://my.raceresult.com/361001/live#0_09741C

Alt fleiri føroyskir rennarar takast við sonevnda ultrarenning – og Hallur hevur ferð eftir ferð víst, hvat ber til við miðvísari venjing og sterkum vilja. Spennandi verður at fylgja við komandi atsóknum á ultrametini hjá Halli.

Hjartaliga tillukku við avrikunum Hallur og Elisabeth.

Related Articles