Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Kapping á breyt

Broyting í kastunum í MBM Stórkapping 2 og 3

Flest øllum kunnugt verður Tórsbreyt høvuðsumvæld í løtuni. Stórkapping 1 og 2 eru tí í Klaksvík, meðan Stórkapping 3 eftir ætlan er í Havn í august mánað, tá Tórsbreyt er liðug.

Hetta hevur við sær, at býtast má um uppá kastini í Stórkapping 2 og 3. Eftir ætlan skuldu diskur og sleggja vera í Stórkapping 2 og spjót í Stórkapping 3.

Ístaðin verður nú spjótkast í Stórkapping 2 á Guttabreyt 20. juni. Kastað verður við spjótum við gummitøppum á endanum. Diskur og sleggja eru flutt til Stórkapping 3 á Tórsbreyt 15. august.

Broytingar eru gjørdar í Roster og í kappingarreglunum á heimasíðuni samsvarandi hesum.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar