Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Oyggjaleikir

Dagføringin av Tórsbreyt gongur framá!

Arbeiðsfólkið er nú við at leggja gummiundirlag á breytina. Í dag hava íðkarar og avvarandi teirra ruddað garaguna og amboðsrúmini, fyri eisini at fáa gummigólv inni har.

Hetta ger, at íðkarar lættari kunna fara inn har at heinta amboð ella at hvíla seg, uttan at ganga á hæli, ella at lata seg úr píkaskónum.

Vit gleðast um at síggja breytina taka skap aftur og ynskja at takka øllum, ið tóku eina hond í í dag.

Saman skapa vit góðar karmar fyri frælsan ítrótt – bæði nú og fram móti Betri Oyggjaleikum 2027.

Hevur tú hug at gerast sjálvboðin til Oyggjaleikirnar í Føroyum 2027?

Melda til her: https://www.faroeislands2027.fo/fo/sjalvbodin

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar