Frælsur Ítróttur Føroya 26.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Komandi tiltøk

Vælkomin til Bragdið Top Run 2026 sunnudagin 5. juli

Bragdið skipar fyri 22. TOP RUN sunnudagin 5. juli kl. 17:30.

Øll eru vælkomin at luttaka. TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. Nærum øll, sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva. TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er í mótbrekku nærum allan vegin.Tíðaravmarkingin er 1 tíma og 45 min.

Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekki, sum er 9,8 km. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar og luttakarar skulu vera fyltir 14 ár fyri at luttaka:

-Menn 14-39 ár
-Menn yvir 40 ár
-Kvinnur 14-39 ár
-Kvinnur yvir 40 ár

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men øll, sum gjøgnumføra, fáa hvør sítt luttakarheiðursmerki, sum er gjørt til høvi. Luttøkugjaldið er 150 kr. við on-line tilmelding. Seinasta freist at melda til on-line, er leygardagin 4. juli kl. 22.00. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 16:30 til 17:00, á kappingardegnum. Tá er prísurin tó 200 kr.

Tilmelding fer fram á my.raceresult her.

Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa inni í fjallinum (gamla Nato bunkarinum). Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður og kunnu heintast har, tá komið er á mál. Bussur koyrir luttakarar omanaftur aftaná renningina.

Gevið gætur! Fyri at koma við á úrslitalistan og fáa luttakaraheiðursmerki, mugu luttakararnir verða komnir á mál kl. 19.15.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar