Frælsur Ítróttur Føroya 26.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Altjóða tiltøk

Maria heldur fram við góðu gongdini

Maria Biskopstø heldur fram við góðu gongdini, tá ið hon í kvøld betraði sítt egna føroyska met á 400 m rimarenning. Gamla metið setti hon til DM í Hvidovre síðsta summar, tá ið hon rann teinin upp á 1.01,42.

Í kvøld luttók hon á Boysen Memorial-stevnuni á heimskenda Bislett stadion í Oslo, har hon rann teinin upp á 1.00,56. Tað er ein stór forbetring upp á eitt lítið ár.

Úrslit frá kappingini síggjast her

Tekstur/mynd: Treysti/Rutt Hjelm Gregersen

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar