Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Kapping á breyt

Julian danskur meistari á 10.000 metrum

Julian Gregersen hevur vunnið danska meistaraheitið í 10.000 metra renning. Renningin í hitanum var taktisk, men klaksvíkingurin vann við frálíkum endaspurti.

Julian Gregersen hevur vunnið danska meistaraheitið í 10.000 metra renning.

Langteinaúrmælingurin úr Treysti í Klaksvík kom fremstur á mál við tíðini 32.37,93 minuttir í síðsta kappingardegnum av sonevndu DM-vikuni í Herning.
Nógvi hitin gjørdi, at kappingin á breytini gjørdist sera taktisk, men við einum frálíkum síðsta kilometri upp á 2.41 min. fór Julian Gregersen avstað við DM-gullinum góð trý sekund frammanfyri næstfremsta manninum.

Harumframt endaðu føroyingar eisini nummar fýra og fimm. Ragnar Rasmussen (33.14,36) og Neli Heldarskarð (34.03,71), báðir av Argjum, komu á mál ávíkavist á 4. og 5. plássi.

Góðu úrslitini benda á, at góða gongdin hjá Juliani Gregersen og føroysku langteinarunum yvirhøvur heldur fram.

Tekstur: kvf.fo/Símun Christian Olsen Mynd: danskatletik á Instagram

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar