Vikuskiftið 24.-26. juli verður FM í frælsum ítrótti á breyt á Guttabreyt í Klaksvík.
FM í ár verður aftur skipað sum eitt felags FM fyri ung og seniorar.
Kappingin verður løgd soleiðis til rættis, at tað verður kappast um:
-Ungdómsmeistaraheitið í aldursbólkum upp til og við 17 ár
-Seniormeistaraheitið frá 18 árum og upp
Undantak ger seg galdandi í:
-110m rimarenning: her kappast U20 í aldursbólki, tí rimahæddin ikki er full
Tórsbreyt verður umvæld í løtuni, og longru kastini kunnu ikki fyriskipast í Klaksvík. Tí verða tey savnaði í eitt serligt kasti-FM í Havn, tá Tórsbreyt er tøk aftur. Tó verður kappast í kúlustoyti í Klaksvík.
Um ein yngri íðkari ynskir at kappast um seniormeistaraheitið, er tað møguligt. Í teknisku greinunum verður tó kappast við amboðum í fullari vekt, og í rimarenningini við fullari hædd. Ein skal fylla minst 15 ár í kalendaraárinum, fyri at kunna luttaka í kappingini um seniormeistaraheitið.
Vit byrja á Guttabreyt fríggjadagin 24. juli kl. 17.00, halda fram leygardagin 25. juli kl. 10.00 og sunnudagin 26. juli kl. 13.00.
👉 Tilmelding fer fram á Roster her.
Freistin at melda til er týskvøldið 21. juli kl. 23.59.
⚠️ Vit vilja staðiliga viðmæla øllum íðkarum, bert at melda seg til tær greinar, tey veruliga ætla at luttaka í. Hetta ger kappingina greiðari og betri.
Tíðarætlan og úrslit verða løgd í skipanina Roster, sum kann takast niður sum app.