Home Komandi tiltøkVestanstevnurenningin 2026

Vestanstevnurenningin 2026

by Sølvi Reinert Hansen

Fríggjadagin 10. juli kl 17:00 verður Vestanstevnurenning í Miðvági. Vestanstevnurenning er árliga rennikappingin, sum Ítróttarfelagið Frælsi skipar fyri í samband við vestanstevnu.

Renningin er bæði fyri børn og vaksin. Byrjað verður við miðstaðarøki, og runnið verður út á Bakka og aftur.
Hendan rutan verður runnin tríggjar ferðir av teimum vaksnu, og er í alt 5,4 kilometrar.
Børnini renna styttri teinar á somu rutu. Tey yngstu 400m og tey eldru 800m.

Bólkarnir eru:
Menn, veteranar og superveteranar, ultraveteranar
Kvinnur, veteranar og superveteranar, ultraveteranar
Unglingar gentur og dreingir árgang 2008-2011

Børn:
2012-2014
2015-2017
2018-2024

Heiðursmerkið verður latið til 3 tey fremstu í hvørjum bólki.

Tilmelding kann gerast her á atgongumerki.fo seinast hálvan tíma áðrenn renningin byrjar.

Kostnaður fyri børn er 20,- og fyri vaksin 50,-.

Ítróttarfelagið Frælsi
info@fraelsi.fo
Tlf. 267549
fraelsi.fo

Related Articles