Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Sigurð og Susan vunnu fjórða umfar av TF vetrarkappingini

Leygardagin varð fjórða umfar av TF vetrarkappingini runnið í Hvalvík.

Hjá monnum vann Sigurð Justinussen úr Bragdinum, frammanfyri Guttorm Sørensen og Álvur F. Christiansen úr Treystinum. Í samlaðu vetrarkappingini er Gutti nummar eitt frammanfyri Álv, og Josvein Herup Olsen er nummar 3.

Hjá kvinnum vann Susan Jacobsen úr Treystinum, frammanfyri Onnu Mariu Seloy úr Bragdinum. Í samlaðu vetrarkappingini er Susan nummar eitt frammanfyri Duritu Djurholm.

Øll úrslitini eru at síggja her (pdf) og samlaða støðan er her (pdf).

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar