Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
FÍF arkiv

Fyrstu FM vinnararnir 2006 funnir

Fyrstu FM vinnararnir í frælsum ítrótti í 2006 eita Bjørk Herup Olsen, Álvur F. Christiansen, Sam Vang og Jósvein Herup Olsen.

Hesi fýra vunnu bólkarnar í FM í Cross Country renning, ið var hildið á “Stovugólvinum” á Toftum í dag.

Cross Country renning verður runnin í haganum. Tað er hart og verður runnið sjálvdan. Tað hevur møguliga fingið fólk at setst aftur, tí einans 12 luttakarar vóru í kappingini í dag, hóast umstøðurnar vóru góðar. Tað var eitt sindur vátt um og tískil hált, men veðrið var av tí allarfagrasta.

Tey ungu runnu umleið 4 km, og tey eldru runnu umleið 8 km.

Hjá mansunglingunum vann Álvur F. Christiansen, Treysti, og hjá kvinnuunglingunum vann Bjørk Herup Olsen frammanfyri Rannvu Djurholm. Tær renna báðar fyri Bragdið.

Hjá teimum vaksnu vann Sam Vang frammanfyri Michael Feldballe og Jósvein Herup Olsen. Teir renna allir fyri Bragdið.

Jósvein Herup Olsen vann samstundis bólkin fyri veteranar. Tummas Joensen, Treysti, gjørdist nummar tvey og Flemming Petersen, Roysnið, nummar 3.

Úrslitini eru at finna her (pdf).

Næsta kapping verður komandi vikuskifti í Sandavági. Tá verður næstseinasta umfar av TF Vetrarkappingini runnið.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar